Jonas Flindt Rasmussen hevur í kvøld skrivað nýggjan sáttmála við KÍ í kvøld. Tað skrivar Norðlýsið, sum var á staðnum.
Tað hevur annars verið upp á tal, at liðskiparin hjá KÍ skuldi flyta aftur til Danmarkar, eftir at hetta kappingarárið var av. Hann vildi fyrr í ár ikki gera viðmerkingar til støðuna, men hevur nú skrivað undir sáttmála fyri 2017.
KÍ skal komandi ár spæla í Evropa aftur, eftir ein steðg upp á fleiri ár. Flestu av hinum lyklaspælarunum á liðnum hava longu longt sáttmálan fyri komandi ár. Á fundinum bleiv eisini kunngjørt, at Henry Heinesen aftur verður ein partur av hópinum.
KÍ er í løtuni nummar tvey í Effo-deildini, men hevur enn ein møguleika at vinna FM á seinasta leikdegnum.










