KÍ leyp framav

KÍ venjarin Eyðu Klakstein iðraði seg so miriliga, eftir at dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð, og EB/Streymur hevði vunnið 3-2.

- Vit høvdu betri uppiborið, men tað kunnu vit ikki brúka til nakað sum helst. Ætlanin hjá okkum var at bíða eitt sindur eftir teimum og so at brúka kontravápnið. Tað eydnaðist heilt væl. Tá ið teir ikki megnaðu at spæla seg ígjøgnum, fóru teir at royna við longum sendingum, og í tí kappingini vóru Ovi Nysted og Milic Curcic bestir.

- Tá ið vit høvdu lagt okkum á odda, royndu vit at fáa eitt mál afturat. Tað miseydnaðist. Mistakið gjørdu vit, at tá ið teir høvdu javnað. Tá áttu vit at havt bundið um og ikki at roynt eftir sigursmálinum. Teir hava fínar individualistar, og teir sektaðu, at vit høvdu so nógv fólk frammi og harvið so fáar aftanfyri bóltin, staðfesti KÍ venjarin, sum – hóast hann iðraði seg – fegnaðist um hugburðin og leikliga avrikið:

- Saman við avrikinum ímóti B71 á heimavølli var hetta tað besta, sum vit hava avrikað higartil í ár. Marginalirnir vóru ikki við, men vit hava funnið okkara konsept, sum vit kenna, og sum vit fara at byggja víðari á.