KÍ leitar í HB-verjuni

Sterkur miðverji hjá HB upp á tal í KÍ, sum møguliga skal klára seg uttan tríggjar verjuspælarar

Tað er greitt, at Jonas Flindt Rasmussen og Ahmed Mujdragic ikki halda fram í KÍ. Jonas Flindt Rasmussen flytur aftur til Danmarkar, meðan Ahmed Mujdragic er settur í samband við fleiri føroysk feløg.

 

Les eisini: Jonas gevst í KÍ

 

Hartil er tað eitt sindur óvist, um Hørður Askham heldur fram. Hann hevur sáttmála við KÍ, men hevur eisini ein dreym um at spæla uttanlands.

 

- Sum nú er, so haldi eg fram í KÍ, tí eg havi einki fingið at vita. Men um kjansurin er har, so vil eg gjarna sleppa út at royna meg, sigur Hørður Askham, sum skifti frá B36 til KÍ undan hesum kappingarárinum.

 

Leysasøgur siga, at KÍ nú hevur eyguni eftir Bartali Wardum í HB. Profilurin hjá honum passar væl til KÍ, tí hann er kropsliga sterkur og eins og Hørður Askham, so hevur hann fingið sítt gjøgnumbrot í bestu deildini.

 

Tað er nokk einki at ivast í, at HB ætlar at miðverjin heldur fram í barndómsfelagnum, men higartil hevur hann – eins og fleiri aðrir – ikki longt sáttmálan við HB, sum somuleiðis leitar eftir nýggjum venjara.