Fótbóltur
Longu undan uppsøgnini av Tony Paris ljóðaði, at KÍ vildi hava annað hvørt Sigfríð Clementsen ella Jóannes Jacobsen at standa fyri Formula-liðnum hjá felagnum.
Sum skilst, so hava hesir báðir tó takkað nei í fyrsta umfari, tá teir í løtuni ikki síggja seg hava umstøður at átaka sær tíðarkrevjandi uppgávuna at standa fyri einum liði í fremstu føroysku deildini.
Eisini hevur verið arbeitt við eini innanhýsis loysn. KÍ hevur í Trygva Mortensen, Eyðuni Klakstein og Pæturi Clementsen tríggjar væl útbúnar venjarar, sum allir hava A-prógv. Í fyrsta umfari hevur Trygvi Mortensen játtað at taka við sessinum, til nýggjur venjari er funnin, men eisini hann hevur stóra arbeiðsbyrðu í borgarliga starvinum, og tí skal hann eisini hava sagt nei. Pætur og Eyðun eru báðir virknir innan ungdómsvenjingina í KÍ, og tí partinum vilja hvørki teir ella KÍ sleppa uttan víðari. Skal visjón 2009 gerast til veruleika, so er tað fyrst og fremst í yngru røðunum, at arbeiðið skal gerast, og tí vildi tað neyvan gagnað í longdini, um teir skifta sess í so máta. Sjálvandi er eisini møguligt, at allir tríggir A-venjararnir í felagnum í felag lyfta uppgávuna. Men við trimum venjarum kann ábyrgdarbýtið gerast rættiliga fløkt, og tí er spurningurin, hvørt hetta er nøkur haldgóð loysn.
Vit hava spurt Axel Johannessen, nevndarformann í KÍ, hvørt felagið er um at hava eina loysn tøka.
- Her og nú eru vit ikki í samráðingum við nakran venjara. Sunnudagin verður tað aftur Trygvi, sum stendur á odda fyri liðnum, og vit royna so at kanna, hvørjir møguleikar eru tøkir, sigur hann.
Spøkir á skrivstovuni
Samstundis eru menn farnir at ivast í, hvørt tað var lagnan, sum gjørdi av, at Tony Paris ikki longur skuldi standa á odda fyri felagnum.
Í øllum førum hevur KÍ-heimasíðan fanga eina heldur sjáldsama støðu við myndatólinum. Tá menn týsdagin komu inn á skrivstouvuna hjá Tony Paris, stóð klokkan still á trý korter til fimm. Hvørt battaríini eru steðgað sunnudagin ella seinni, bar illa til at staðfesta, men notatini hjá Paris stóðu framvegis á talvuni, har klokkan so rámandi lýsti løtuna, har bretin fyri seinastu ferð stóð á odda fyri besta KÍ-liðnum.
Fyribils hevur Trygvi Mortensen vaskað talvuna reina, og battaríini eru eisini skift. So nú kunnu klaksvíkingar so spakuliga fara at rokna við nýggju tíðarfestingini.
Mynd: Talva
Mynd: www.ki.fo