Í morgin fær KÍ vitjan av VB. Mánadagin skal KÍ á Argir. Talan er um teir báðar síðstu dystirnar í bólkaspælinum í steypakappingini. Í fjør megnaðu klaksvíkingar ikki at spæla seg víðari úr bólkaumfarinum. Og tað er møguleiki fyri somu útgongd úr bólkaspælinum í ár.
Aðra staðni verður tosað og mett um, hvør venjari fer at verða tann fyrsti at missa høvdið. Eitt nú í Danmark verður veddað um, hvør fer at verða fyrst uppsagdur. Um tað skal dømast út frá úrslitunum higartil í steypakappingini, so kundi hugsast, at nýggi KÍ venjarin, Jan Joensen, situr eitt sindur leysur í saðlinum. Men hetta sigur hann seg ikki hugsað um:
? Eg havi spælt við besta KÍ liðnum í meiri enn helmingin av mínum lívi. Eg havi altíð vitað, at áhugin fyri fótbólti í Klaksvík hevur verið stórur. Hetta er fyrsta árið, at eg eri venjari, og eg má siga, at eg havi ongantíð vitað, at áhugin er so stórur, sum hann er. Tað ørkymlar her norðuri, at tað higartil ikki hevur gingið so væl í steypakappingini. Tey, sum vilja tosa um fótbólt og KÍ, uppmuntra meg og spælararnar. Tað kann vera, at okkurt verður tutlað í krókunum, sum eg av góðum grundum ikki hoyri nakað um. Men sjálvur hugsi eg ikki um uppsøgn og at missa høvdið. Leiðslan hevur víst okkum álit, og vit arbeiða so nógv og væl, sum vit evna, og vit rokna við, at tað fer at bera til.
Treytirnar
Undan VB vitjanini og ferðini á Argir er tað púra greitt fyri Jan Joensen og hansara monnum, hvat skal til fyri at halda fram í steypakappingini:
? Treytin er, at vit mugu vinna øll seks stigini. Tað verður torført, men tað eigur at bera til. Í fjør kom tað óvæntað, at vit ikki megnaðu at spæla okkum víðari úr bólkaumfarinum. Tá ið vit nú hava ta royndina, eiga vit ikki at verða tiknir av fótum. Men vit mugu ásanna, at tað higartil ikki hevur gingið, sum vit høvdu vónað, og sum eg haldi, at vit kunnu rokna við, at tað skal ganga hjá KÍ.
Týsdagin fylti Jan Joensen 35 ár. Tá vóru allir spælararnir heima hjá Duritu og honum undir Brúnni og fingu sær ein drekkamunn. Einki er at ivast í, at nógv av prátinum snúði seg um fótbólt.
? Vit venja nógv og spælararnir vísa áhuga og leggja nógv fyri. Um vit siga, at dystirnir eru próvtøkurnar, so mugu vit siga, at úrslitini hava als ikki verið nóg góð. Og vit eru heldur ikki so ósamdir í, at høvuðsorsøkin hevur verið, at vit hava ikki verið nóg sannførandi í arbeiðnum. Spælararnir hava ikki verið nóg tendraðir til avbjóðingarnar. Tað mugu teir vera. Munurin á liðunum er so mikið lítil, at tað skal arbeiðast hundrað prosent. Annars gongur tað ikki. Allir eru greiðir, at neistin skal vera betri, enn hann hevur verið, sigur bilsmiðurin í KÍ venjara sessinum.
Meiri varnir
Tá ið Jan Joensen gjørdist KÍ venjari, fjaldi hann ikki dreymin um, at KÍ skuldi verða meiri spælstýrandi, enn teir hava verið undanfarnu árini.
? Tá ið vit vunnu FM í 1991 og aftur í 1999, var útgangsstøðan tann, at vit fóru á vøllin at verja tað, sum vit høvdu, og so dúvaðu vit upp á møguleikan at fáa eitt ella tvey mál í skjótum álopum. Eg haldi, at tað er hugaligari at seta seg á spælið, royna eitt tvey samanspæl og at fáa vongverjarnar við í framrættaða partin. Hetta gekk væl í Klaksvíkskappingini, tá ið eg haldi, at vit megnaðu at spæla okkum til sigur á HB, og tað gekk væl í fleiri venjingardystum. Men eg má ásanna, at gongdin higartil í steypakappingin hevur við sær, at vit hugsa um ikki at vera heilt so avgjørdir í hesum, sum vit hava verið higartil.
Tit ætla altso at broyta spælistíl, nú tað resta tvey umfør av bólkaspælinum?
? Vit ætla ikki at broyta spælistíl. Men vit ætla at gera onkrar tillagingar soleiðis, at tað verður størri dentur lagdur á verjupartin, enn tað hevur verið. Ein onnur broyting er, at eg eri givin at spæla. Tær seinastu vikurnar havi eg vant við og spælt á miðvøllinum. Soleiðis verður tað ikki meiri. Hjá onkrum ber tað til at vera spælandi venjari. Royndirnar hjá mær eru, at tað ber ikki til hjá mær. Tí verði eg á beinkinum, og eg haldi, at vit eiga spælararnar at røkja uppgávurnar. Fyrstu avbjóðingarnar eru nú hósdagin og mánadagin. Fyrsti landskappingardysturin verður í Gøtu. Tað er í hesum trimum dystunum, at vit skulu prógva, at vit hava funnið tendringina, sigur Jan Joensen.