Deni Pavlovic, sum átti sigursmálið móti Skála týskvøldið, hevur undirskrivað sáttmála við KÍ til 2022. Í 2018 kom Deni Pavlovic, ið er úr Serbia til KÍ. Hann hevur síðani spælt 68 dysti og skorað 10 mál fyri KÍ. Teir flestu dystirnar hevur hann spælt í miðverjuni, men í ár hevur Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, brúkt hann meiri á miðvøllinum.
- Hendan tilgongdin hevur gingið væl og eru vit glað fyri at Deni ynskir at halda fram sigur Mikkjal Thomasen.
Jonn hevur eisini longt
Eisini ungi Jonn Johannessen hevur gjørt nýggjan sáttmála. Hann hevur undirskrivað ein trý ára sáttmála, sum er galdandi til endan av kappingarárinum 2023. Hann spældi sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá KÍ í 2018 sum bert 16 ára gamal. Síðani hevur hann spælt 56 dystir, har hann hevur skorað 16 mál. Fleiri av teimum hava verið avgerandi, og hartil eru trý av teimum skotin í evropesiskum kappingum.
- Eg havi verið sera væl nøgdur við tey trý árini eg havi verið í KÍ. Eg læri hvønn dag bæði frá Mikkjali og mínum viðspælarum. Enn eri eg bert 18 ára gamal og tí er nógv eftir at læra. KÍ er eitt øgiliga proffessionelt felag og gleði eg meg til tey næstu 3 árini her, sigur Jonn
##med2##
Jonn Johannesen hevur saman við KÍ tikið avgerð um, at hann bert arbeiður hálva tíð afturat fótbóltinum, soleiðis at hann kann brúka meira tíð til at menna seg sum yrkisspælara, skrivar KÍ.