KÍ-kvinnurnar vunnu Europa Cup dyst

Fyrsti dysturin hjá føroyskum kvinnum í Europa Cup fótbólti endaði við sigri til føroyingar.


Mikukvøldið spældi KÍ ímóti eysturrísku meistarunum, og KÍ vann 2-1, eftir at klaksvíkskvinnur vóru á odda 2-0 í hálvleikinum. Álopskvinnan, Rannvá Andreasen, sum hevur verið nógv skadd í ár, gjørdi bæði málini hjá KÍ. Í seinna hálvleiki minkaði eysturríska liðið um munin, men KÍ helt fast um leiðsluna.


Dysturin var leikturin í finska høvuðsstaðnum, Helsinki, har KÍ luttekur í bólkaspæli saman við trimum øðrum europeiskum meistaraliðum. Umframt eystrríska liðið, skal KÍ komandi dagarnar eisini spæla ímóti finsku og italsku meistarunum.


Hetta er fyrsta kappingini fyri kvinnulið, sum UEFA skipar fyri. Vinnarin av bólkaspælinum í Helsinki fer víðari í kappingini.