Í dag hevur lutakast verið í Champions League kappingini hjá kvinnum.
KÍ er einasta felag í Europa, sum hevur luttikið í hesi kapping hvørja ferð hon hevur verið hildin.
Lutakastið lagaði seg soleiðis, at KÍ kvinnurnar skulu spæla kapping á Kypros. Fýra feløg eru við í kappingini, og øll spæla ímóti øllum. Tað vil siga, at liðini spæla tríggjar dystir, og fremsta liðið fer víðari.
Umframt KÍ eru Apollon LFC úr Kypros, WFC Kharkiv úr Ukraina og Ada Velipoje úr Albania í bólkinum.
Dystirnir verða spældir í døgunum frá 11. til 16. august.