Fríggjadagin var lutakast til fyrstu meistarakappingina fyri kvinnulið, sum UEFA skipar fyri. Føroysku meistararnir KÍ vóru við í lutakastinum, og tær skulu til Finlands at spæla
Kappingin verður skipað við innleiðandi bólkaspølum, og KÍ skal spæla ímóti HJK Helsinki úr Finlandi, Torres FS úr Italia og USC Landhaus úr Eysturríki.
Kappingin verður hildin í Helsinki í september mánaði. Vinnarin av bólkaspælinum kemur víðari. Samanlagt eru 33 europeisk meistarafeløg við í kappingini.
Hetta er fyrstu ferð at føroyskt kvinnulið í fótbólti er við í UEFA-kapping.