KÍ kvinnurnar taptu á Kypros

Fyrsta royndin í europeisku meistarakappingini endaði við stórum tapi

Tað gekk einki serligt, tá ið KÍ í kvinnurnar í dag fóru undir enn eina roynd í europeisku meistarakappingini.

KÍ er í bólkaspæli saman við PAOK úr Grikkalandi, Hajvalia úr Kosovo og Apollon úr Kypros, sum var á heimavølli ímóti KÍ ídag.

 

Úrslitið var 5-0 til heimaliðið. Fýra av málunum vórðu skorað í sambandi við deyðbóltsstøður.

Nógv størsta partin av fyrra hálvleiki var tað einki, sum bendi á, at tað skuldi ganga verri enn í fjør, tá ið somu liðini hittust, og Apollon vann 2-0.

Tað vóru tredivu hitastig, og tað restaði ein minuttir av vanligu leiktíðini í fyrra hálvleiki, tá ið heimaliðið setti hol á eftir horna, og tað var eisini eftir horna, at heimaliðið økti til 2-0. Dómarin legði tríggjar minuttir aftrat fyrra hálvleiki, og tað var í síðstu atsóknini undan steðginum, at heimaliðið økti um leiðsluna.

 

Átta minuttir eftir steðgin varð brotsspark umsett til 3-0. Átjan minuttir undan leikloki varð 4-0 eftir fríspark, og 5-0 sigurin varð staðfestur í síðsta minutti av vanligu leiktíðini.

 

KÍ: Ana Ivanov – Sigrid Jacobsen, Bára Klakstein, Ragna Patawary, Katrina Akursmørk – Eyðvør Klakstein, Olga Kristina Hansen (Malena Josephsen, 75.) – Evi á Lakjuni (Liljan Jacobsen, 58.), Rannvá B. Andreasen, Maria K. Thomsen (Gudny Johannesen, 28.) – Hervør Olsen

Á beinkinum: Randi á Bergi, Lisa Joensen, Annika Petersen, Tóra Mohr

Venjari: Aleksandar Jovević