EUROPA CUP KVINNUR
Í gjár skuldu KÍ kvinnurnar koma aftur til Klaksvíkar eftir Europa Cup luttøkuna á hesum sinni. At tær næstu vikurnar fara at vinna atgongumerki til kappingina næsta ár er einki at ivast í. Tað er neyvan nakar spurningur, um tær ætla at gera eina roynd afturat. At tað ikki eydnaðist at fáa nakað stig burturúr ferðini til Hollands hevur ivaleyst við sær, at tær fara at gera nýggja roynd. Spurningurin er heldur, um tað ikki nú hevði verið upp á sítt pláss, at undanumfarið varð spælt í Føroyum.
Síðsta uppgerðin í Hollandi var leygardagin ímóti FC Codru úr Moldava. Hetta liðið hevði eins og KÍ frammanundan tapt tveir dystir.
Í 1. hálvleiki sá væl út hjá KÍ. Hóast mótstøðuliðið legði seg á odda, tá ið tíggju minuttir vóru farnir, so hevði KÍ gott tak á. Í 29. minutti javnaði Rannvá B. Andreasen, eftir at Una Olsen hevði lagt innfyri úr høgru, og fimm minuttir seinni legði Rannvá B. Andreasen KÍ framum, eftir at hon hevði sneitt seg ígjøgnum verjuna. Tað sá heilt gott út hjá KÍ, tá ið Malena Josephsen tveir minuttir undan kærkomnu hvíldini tók bóltin av málverjanum, sum tøvdi, og tað so stóð 3?1 til KÍ.
Men eftir steðgin vendi alt skeiva vegin. Kanska vóru KÍ spælararnir ikki heilt so disiplineraðir í verjupartinum, sum tað aftaná kann sigast, at teir áttu at havt verið. Tað var ein orsøk til, at tær taptu 5?3. Hin orsøkin var, at mótstøðuliðið hevði ein spælara, sum var í flokki fyri seg. Hon var í álopinum, og hon skoraði fýra av teimum fimm málunum, sum FC Codru fekk.
Í 52. minutti minkaði hon um munin, eftir at hon hevði sneitt fleiri í KÍ verjuni av, í 64. minutti javnaði hon, og tíggju minuttir seinni var KÍ aftanfyri 5?3.
? Sjálvandi eru vit sera vónbrotin av, at tað í 2. hálvleiki ikki eydnaðist at varðveita trivaligu leiðsluna, sum vit fingu í 1. hálvleiki. Vit mugu bara ásanna, at tað var nóg mikið hjá mótstøðuliðnum at hava ein framúr góðan álopsspælara, segði Jón Harald Poulsen, sum øll árini, KÍ hevur verið í Europa Cup, hevur havt ábyrgdina av liðnum. Í ár er tað eins og í fjør saman við Ova Nysted.
Hetta var triðja árið á rað, at KÍ kvinnurnar hava luttikið í Europa Cup. Í fjør og í fyrraárið eydnaðist tað at røkka málinum, sum var at vinna í hvussu so er ein dyst.









