Klokkan 14 í dag verður fyrsta bríkslið í fyrsta dystinum hjá KÍ kvinnunum á hesum sinni í europeisku meistarakappingini.
Meistaraliðið, sum fyri einari viku síðani vann steypafinaluna, er í Sibotica í Serbia, har tríggjar avbjóðingar eru á skránni. Fyrsti dysturin verður seinnapartin í dag, og hann verður ímóti maltesiska meistaraliðnum FC Mosta. Hetta verður roknað at vera tað veikasta av teimum trimum mótstøðuliðunum, og tí ræður um at vinna stig í dag.
Annað mótstøðuliðið verður FK Spartak , sum er vertur fyri kappingini. Teimum skal KÍ spæla ímóti seinnapartin leygardagin, og týsdagin skal KÍ spæla ímóti Glasgow City.
Ferðalagið úr Klaksvík kom upp á pláss í fyrradagin. Í gjár vandu tær eina ferð, og nú fyrireika tær seg til fyrstu avbjóðingina í summarhitanum á Balkan.