EUROPA CUP
Strøget í Keypmannahavn er altíð fult av fólki. Tey flestu eru smílandi og í góðum hýri, og ofta hoyrist føroyskt prát. Í dag eru kvinnuligu fótbóltsspælararnir hjá KÍ í miðbýnum í Keypmannahavn. Tær fóru úr Umeå fyrrapartin í gjár, og seinnaparturin í gjár og dagurin í dag skuldu brúkast í Magasin, Illum og alla aðra staðni, har tað verður lyft og lætt og keypt.
KÍ kvinnurnar kunnu bera høvdið høgt í Keypmannahavn. Tá tær fóru úr Føroyum, var tað í vónini um, at tað skuldi eydnast at vinna ein dyst í Europa Cup undankappingini í Umeå í Svøríki. Tær hava góðan hugburð, og seinnapartin sunnudagin vóru stríðsviljin og evnini at spæla umsett til 2?0 sigur á Tallinn úr Estlandi.
? Eftir at vit høvdu sæð Umeå fríggjadagin vinna 4?0 á Tallinn, høvdu vit vónir um, at tað kanska fór at eydnast. Vit vóru betri enn estiska liðið. Spælið var kanska ikki so nógv at rópa hurrá fyri, men vit vóru omaná, og serliga í 1. hálvleiki, tá einki mál kom, var munurin eyðsýndur.
Hetta sigur Jón Harald Poulsen, KÍ venjarin, sum heldur, at hansara spælarar enn eina ferð vístu einastandandi hugburð. Sammett við undanfarnu dystirnar spældu tær hesa ferð við tveimum á toppinum ? Rannvá Andreasen heilt frammi og Malena Josephsen eitt lítið sindur aftanfyri.
? Umframt tá vit fingu tey bæði málini, so høvdu vit fleiri aðrar royndir ímóti málinum. Heilt sjáldsamt var tað, at vit í 2. hálvleiki sendu fýra ferðir! í tvørtræið.
Malena Josephsen legði í 74. minutti KÍ á odda. Dygst uttanvert brotsteigin sendi hon omanfyri málverjan. Fimm minuttir undan leikloki staðfesti Vivian Bjartalíð KÍ sigurin. Við handara stólpan setti hon bóltin í netið, eftir at innlegg var komið úr høgru.
Umeå vann kappingini. Í síðsta dystinum vunnu tær 6?1 á Prag.
KÍ sigurin var tann næsti hjá teimum í Europa Cup. Í fjør vunnu tær 2?1 ímóti eysturríkska meistaraliðnum Landhaus.
Korsluttaði í eitt korter
Fríggjadagin spældi KÍ ímóti Sparta Prag. Tað gekk lutfalsliga væl stóran part av tíðini. Men síðstu tíggju minuttirnar av 1. hálvleiki og fyrstu fimm minuttirnar av 2. hálvleiki kiksaði tað. Sparta Prag skoraði trý mál løtuna undan steðginum og eitt fyrstu løtuna av 2.hálvleiki, og harvið vunnu tær 4?0.
? Hesa løtuna vóru vit ikki nóg ansin í verjupartinum, og so vórðu vit sektaði. Mótstøðuliðið var eirindarleyst, tá tað ráddi um at sekta mistøkini hjá okkum. Men vit vóru í hesum dystinum ikki so nógv undir, sum vit vóru í fyrsta dystinum ímóti Umeå, sigur Jón Harald Poulsen.
Ímóti Sparta Prag fríggjakvøldið var KÍ liðið í somu uppstilling, sum tað var mikukvøldið ímóti Umeå: Vivi Andreasen ? Jensa Sirdal, Ragna Andreasen, liðformaður, Paula Mikkelsen, Annelisa Justesen ? Bára Skaale, Malena Josephsen, Una Olsen, Rannvá Andreasen, Vivian Bjartalíð ? Elsa Maria Simonsen.
Ongar útskiftingar vóru framdar í hesum dystinum.
Sunnudagin sá KÍ liðið soleiðis út: Vivi Andreasen ? Jensa Sirdal, Ragna Andreasen, liðformaður, Paula Mikkelsen, Annelisa Justesen (Pavla Sjóstein, 75.) ? Bára Skaale, Petra Sjóstein (Elsa Maria Simonsen, 75.), Una Olsen, Vivian Bjartalíð ? Malena Josephsen, Rannvá Andreasen