Kvinnuliðið hjá KÍ hevði stóran møguleikan at møta enska Everton FC, tá ið lutakast til UEFA Cup fór fram í Nyon fyrrapartin. Men tann dreymurin er so av á hesum sinni, tí KÍ dróg ikki Everton úr pottinum.
Liðini, ið skulu møta KÍ, eru Valur Reykjavík úr Íslandi, ADO Den Haag úr Hollandi og FC Honka úr Finlandi.
Dystirnir verða leiktir í Føroyum í døgunum 9. til 14. august. Enn er ikki greitt, um dystirnir verða leiktir í Klaksvík ella á einum grasvølli.