KÍ-kvinnurnar ikki longur oddalið

Nú kappingin í 1. deild hjá kvinnum skjótt er hálvrunnin, er greitt, at KÍ ikki longur er oddalið. KÍ, sum hevur verið meistari seinastu 13 árini, spældi í dag javnleik 1-1 ímóti B36 í Gundadali.

 

EBS/Skála, sum undan hesum umfarinum lá undir liðini á KÍ ovast á stigatalvuni, vann greitt 6-2 ímóti ÍF heima við Margáir. Við hesum er støðan nú tann, at EBS/Skála er nýtt oddalið við 24 stigum, meðan KÍ hevur 22 stig.

 

Úrslit í dag

B36 – KÍ 1-1

EBS/Skála – ÍF 6-2

Víkingur – AB 0-0

 

Støðan

1. EBS/Skála, 24 stig (9 dystir)

2. KÍ, 22 stig (9 dystir)

3. HB, 16 stig (8 dystir)

4. B36, 11 stig (8 dystir)

5. ÍF, 9 stig (8 dystir)

6. Víkingur, 4 stig (9 dystir)

7. AB, 1 stig (9 dystir)