KÍ kvinnurnar løgdu bragdliga fyri, tá ið tær í dag fóru í holtur við ársins europeisku meistarakapping.
KÍ spældi í Serbia ímóti maltesiska meistaraliðnum Mosta, og úrslitið var 1-0 til KÍ. Einsamalla málið varð skorað, tá ið ein lítil tími var farin. Málskjútti var Sofía Purkhús, sum eftir hornasparksinnlegg frá Elsu Mariu Simonsen setti bóltin í málið.
Hitastigini vóru millum 25 og 30, og tað var stilt og turt, men góða summarveðrið tóktist ikki at bila hjá KÍ kvinnunum, sum leikliga vóru støðugt greitt omaná.
KÍ: Randi Wardum - Paula Mikkelsen, Malena Josephsen, Bára S. Klakstein, Una Joensen - Sofía Purkhus, Elsa Maria Simonsen, Rannvá Andreasen, Sigrid Jacobsen (Tove Sólheyg, 90.), Maria K. Thomsen - Eyðvør Klakstein
Liðugt
1-0 til KÍ!
85 min.
1-0
Tað er einki, ið bendir á, at KÍ kvinnurnar ikki hava somu orku at spæla í góða summarveðrinum suðuri í Serbia, sum maltesiska mótstøðuliðið hevur. Hesa seinastu løtuna hevur mest sum alt gingið fyri seg á mótstøðuhálvuni.
80 min.
1-0
Maltesiska Vella hevur havt roynd ímóti KÍ málinum, og Randi Wardum hevur havt fyrstu bjargingina í dag. Í næsta KÍ álopinum sendi Rannvá B. Andreasen bóltin framvið maltesiska málinum.
75 min.
1-0
Rannvá B. Andreasen er sum so ofta fyrr lyklapersónur í KÍ spælinum, og nú hevur hon verið tætt við at skora mál.
70 min.
1-0
KÍ er framvegis leikliga omaná, og maltesisku kvinnurnar hava í 2. hálvleiki bara eina ferð verið í KÍ brotsteiginum.
65 min.
1-0
Gongdin er tann sama, sum hon hevur verið. Síðani KÍ legði seg á odda, hevur KÍ havt eitt hornaspark. Mótstøðuliðið hevur onga roynd havt ímóti málinum hjá Randi Wardum.
60 min.
1-0
KÍ er á odda!. Málskjútti var Sofía Purkhús, sum setti bóltin í málið, eftir at Elsa Maria Simonsen hevði sent hornaspark innfyri. KÍ hevur síðstu løtuna havt trýst á maltesiska málinum, og tí var tað ikki annað enn í tráð við leikgongdina, at KÍ legði seg á odda.
55 min.
0-0
Sólin skýnur oman og niðan. Hitastigini liggja millum 25 og 30. Tað ber við sær, at tað er strevið hjá KÍ kvinnunum at spæla. KÍ hevur higartil verið omaná. Spurningurin er, hvussu tað verður við orkuni síðsta hálva tíman.
50 min.
0-0
Bæði liðini hava fyrstu løtuna av 2. hálvleiki havt hvør sítt hornaspark.
45 min+1
Hálvleikur
0-0
KÍ kvinnurnar hava síðstu løtuna ofta verið í maltesiska brotsteiginum, men nú tær fara at hvíla seg, er støðan framvegis málleysur javnleikur.
40 min.
0-0
Miðvallarin Rannvá B. Andreasen hevur havt tvær royndir ímóti málinum, og Elsa Maria Simonsen hevur havt eitt skot. Randi Wardum í KÍ málinum hevur síðstu løtuna havt eina bjarging.
30 min.
0-0
Síðstu løtuna hevur KÍ havt fleiri royndir á maltesiska málið. Sofía Purkhús og Eyðvør Klakstein hava havt góðar royndir, men bólturin er farin við síðuna av málinum.
20 min.
0-0
Tað gongur javnt á. Maltesiska mótstøðuliðið hjá KÍ hevur síðstu løtuna verið framvið KÍ málinum tvær ferðir.
10 min.
0-0
Tað er framvegis málleyst í Sibotica. KÍ hevur fyrstu løtuna verið greitt omaná. Maria K. Thomsen hevur havt tvær royndir ímóti málinum. Fyrru ferðina bjargaði málverjin og seinnu ferðina fór bólturin við síðuna av málinum.
KÍ kvinnurnar eru komnar á vøllin suðuri í Sibotica í Serbia, har tær nú klokkan 14 skulu spæla ímóti FC Mosta av Malta.
Liðið hjá KÍ sær soleiðis út:
Randi Wardum - Paula Mikkelsen, Malena Josephsen, Bára S. Klakstein, Una Joensen - Sofía Purkhus, Elsa Maria Simonsen, Rannvá Andreasen, Sigrid Jacobsen, Maria K. Thomsen - Eyðvør Klakstein