Tað gekk einki serligt hjá KÍ-kvinnunum í UEFA Cup dystinum í Litava í gjár. KÍ spældi ímóti Zvezda 2005 úr Russlandi, og russiska liðið vann stórsigur. Í hálvleikinum var støðan 2-0 til liðið úr Russlandi, men í seinna hálvleiki skoraði Zvezda 2005 heili seks mál afturat. KÍ-kvinnurnar skulu spæla ein dyst afturat í UEFA-cup kappingini fyri kvinnur, og hesin dysturin er móti einum litaviskum liði.