Í dag spældu KÍ og EB/S/Skála fyrsta av fýra landskappingardystum ímóti hvørjum øðrum. Roknað verður við, at tað verða hesi bæði liðini, sum fara at dystast um FM-heitið í ár soleiðis, sum tey eisini hava gjørt undanfarnu árini.
Tað var tættur og spennandi, og leingi var tað líkt til, at gestirnar úr EB/S/Skála skuldu fara við øllum. Tær løgdu seg á odda í fyrra hálvleiki við einum heldur margháttligum máli. Heidi Sevdal sendi fríspark inn fyri málið, málmaðurin hjá KÍ boksaði bóltin, men bólturin rakti ein EB/S/Skála-spælara í andlitið og stakk í málið til 1-0. Álopsspælarin Margun Lindholm varð skrásett fyri málið.
Í seinna hálvleiki legði KÍ meira fyri fram eftir vøllinum, og Rannvá Andreasen var tvær ferðir í góðum støðum, men bólturin fór fram við málinum. Í hinum endanum hevði Ana Stojanovic góða bjarging.
Tá ið 72 minuttir vóru farnir, vendi gongdin alt í einum. KÍ-spælari royndi seg við skoti nakað úti frá, bólturin rakti í armin á einum EB/S/Skála-spælara inni í brotsteignum, og so varð brotsspark. Malena Josephsen skoraði trygt.
10 minuttir seinni var aftur brotsspark til KÍ. Tá varð innskifta Hervør Olsen feld í brotsteignum, og Malena Josepsen var aftur trygg úr 11- metrum. Stutt fyri leiklok setti Evy á Lakjuni punktum, tá ið hon var fyrst á bólti aftur um verjuna hjá EB/S/Skála, rundaði málmannin og skoraði til 3-1, sum varð úrslitið.
Við sigrinum hevur KÍ eftir trý umfør lagt seg einsamalt á odda við 9 stigum.
Úrslitini í kvinnudeildini í dag vóru:
KÍ-EB/S/Skála 3-1
ÍF/Víkingur-B36 0-6
B68-HB 0-3
Støðan í 1. deild kvinnum:
1. KÍ – 9 stig
2. HB – 6 stig
3. EB/S/Skála – 6 stig
4. B36 – 3stig
5. B68 – 3 stig
6. ÍF/Víkingur – 0 stig