Nú er ikki long tíð, til kvinnurnar hjá KÍ aftur skulu royna seg í evropeiskum fótbólti. Hósdagin skulu tær nevniliga í dyst ímóti hollendska Den Haag, meðan hini liðini í bólkinum hjá KÍ eru Valur úr Íslandi og FC Honka úr Finnlandi.
UEFA kappingin, sum KÍ tekur lut í í ár, verður leikt í Føroyum, og í annaðkvøld kemur fyrsta liðið til landið, tá íslendska Valur lendir í Vágum. Mikudagin koma so hini bæði liðini.
Undan kappingini hevur KÍ gjørt eina roynd at fáa dystirnar leiktar í Klaksvík, men hetta hava útlendsku liðini ikki gingið við til. So sum tað sær út nú, so vera allir dystirnir leiktir á Svangaskarði uttan síðsti dysturin millum KÍ og FC Honka. Hann skal ætlandi leikast á Tórsvølli, men KÍ fera at gera eina síðstu roynd fyri at yvirtala finska meistaraliðið at leika dystin í Klaksvík.
Skráin er annars henda:
Hósdagin 9. august
kl. 14:00 Valur - FC Honka
kl. 19:00 Den Haag - KÍ
Leygardagin 11.
kl. 11:00 FC Honka - Den Haag
kl. 14:45 Valur - KÍ
Týsdagin 14. august
kl. 16:00 Den Haag – Valur
Týsdagin 14. august
kl. 16:00 KÍ - FC Honka










