Aftur í ár fara kvinnurnar hjá KÍ at royna seg í altjóða fótbólti. Hesaferð skulu tær í eldin í Pólandi, har tríggir dystir skulu leikast upp á fimm dagar.
Truplir dystir
Tað er einki at ivast í, at talan er um tríggjar truplar dystir hjá klaksvíkskvinnum. Fyrsti dysturin, sum verður leiktur í dag, er, sum áðurnevnt, ímóti ukrainska Metalist Kharkov. Hósdagin verður leikt ímóti heimaliðnum Wroclav úr Pólandi, meðan tann seinasti dysturin á ferðini hjá KÍ verður leygardagin. Tá er mótstøðuliðið Cardif City úr Wales, og tað er helst í hesum dystinum, at kvinnurnar hjá KÍ hava besta møguleikan. Føroyska kvinnulandsliðið hevur áður við hepni roynt seg ímóti Wales, og tí eigur møguleiki at verða fyri, at okkurt gott spyrst burtur úr hjá KÍ í hesum dystinum.
Hinvegin er ikki nógv at frætta um, hvussu sterk hini bæði liðini í bólkinum eru, men lítið man verða at ivast í, at talan er um tvey sterk lið, ið óivað verða torfør hjá klaksvíkskvinnum at basa. Hinvegin hava royndirnar hjá KÍ-kvinnunum úti í Europa víst, at tær avgjørt kunnu verða við, og eingin orsøk er hjá teimum at óttast mótstøðuliðini. Sosialurin fer sjálvsagt at fylgja við í, hvussu tað gongur hjá klaksvíkskvinnunum í Pólandi.










