KÍ kvinnurnar bastu felagsliðnum

Toppuppgerðin í kvinnufótbólti í Klaksvík í kvøld, har KÍ hevði vitjan av EBS/Skála endaði við sigri til heimaliðið. KÍ hevur vunnið allar fimm dystirnar í ársins landskapping. Hetta var fyrsta ferðin, at felagsliðið hjá EB/Streymi og Skála misti stig, og harvið er KÍ einsamalt oddalið.

 

Úrslitið var 3-2 til KÍ, eftir at fyrri hálvleikur hevði verið málleysur og leikliga rættuliga tættur.

 

Í ein stóran hálvan tíma – frá 51. minutti og fram til 83. minutt – skoraði KÍ trý mál, og harvið bendi alt á trivaligan sigur. Men nógvu áskoðararnir í fínu fótbóltslíkindunum fingu saman við KÍ kvinnunum ikki sørt av einum skelki síðstu minuttirnar, tá ið EBS/Skála tvær ferðir minkaði um munin. Í báðum førum var Birna T. Johannesen málskjútti, og í seinna førinum var talan um beinleiðis fríspark.

 

Síðstu løtuna tevjaðu gestirnir orduliga møguleikan fyri at vinna stig, og eina ferð stórbjargaði Randi Wardum í KÍ málinum. Leikgongdin og úrslitið í kvøld bendir tó á, at lítið er at ivast í, at felagsliðið orduliga er ført fyri at geva favorittunum úr Klaksvík mótstøðu.

 

Maria K. Thomsen skoraði fyrsta KÍ málið við høvdinum eftir hornasparksinnlegg frá Rannvá B. Andreasen, og í 2-0 støðuni var tað Eyðvør Klakstein, sum átti uppleggið, tá ið Rannvá B. Andreasen skoraði av brotsteigarmarkinum. Rannvá skoraði eisini triðja málið, eftir at Sofía Purkhús hevði lagt innfyri úr høgru.

 

KÍ-EBS/Skála 3-2 (0-0)

1-0: Maria K. Thomsen

2-0: Rannvá B. Andreasen

3-0: Rannvá B. Andreasen

3-1: Birna T. Johannesen

3-2: Birna T. Johannesen

 

Støðan

KÍ 15 stig

EBS/Skála 12 stig

HB 9 stig

B36 6 stig

ÍF 6 stig

Víkingur 3 stig

AB 0 stig

Víkingur hevur spælt 6 dystir, B36 og AB hava spælt 4 dystrir, og hini liðini hava spælt 5 dystir.