Fótbóltur
KÍ hevur aftur í ár meldað kvinnuliðið hjá sær til meistarakappingina hjá UEFA.
Í fjør skipaði europeiska fótbóltssambandið fyri fyrstu ferð fyri hesi kapping, og tá var KÍ føroyska umboðið. Tað gekk væl hjá klaksvíkskvinnum, sum vunnu ein dyst av trimum.
Tað er stórt fíggjarligt tak at fara út í Europa við kvinnum, tí tað verður ikki veitt feløgunum sama endurgjald, sum tá talan er um menninar. Men hóast hetta ætlar KÍ at vera við.
- Tað er umráðandi fyri føroyskan kvinnufótbólt, at vit luttaka í europeiskum kappingum. Tá landsliðið ikki er við til EM og HM kappingarnar, so mugu feløgini taka lut, heldur Gestur Hovgaard, formaður í KÍ.
Lutakast um tvær vikur
KÍ vann meistaraskapin í fjør, og gjøgnum hendan sigurin fingu tær møguleikan at luttaka í Europa Cup aftur í ár.
Í fjør vóru tær í Finlandi og spældu tríggjar dystir, og tað endaði við tveimum tapum og einum sigri.
15. juli verður lutakastið til kappingina í ár, og tá verður so greitt, hvørjum liðum KÍ skal spæla ímóti. Sambært Fótbóltssambandinum verður helst talan um somu kappingarskipan sum í fjør, og tað vil siga, at KÍ skal vera við í einum bólkaspæli saman við trimum øðrum europeiskum feløgum. Hetta bólkaspæl verður avgreitt innan eina viku hjá einum av luttakandi feløgunum.
- KÍ kvinnurnar eru ídnar, bæði tá tað snýr seg um at spæla bólt og at savna pengar, og tí vilja vit geva teimum møguleikan at sleppa út í Europa at spæla. Tað er kostnaðarmikið, men tað ræður um at luttaka á ein góðan og bíligan hátt, sigur Gestur Hovgaard.