Seinnapartin verður altjóða fótbóltur á Svangaskarði. Klokkan 14.45 verður fyrsta bríkslið millum FM vinnararnar í KÍ og íslendska meistaraliðið Valur. Talan verður um stóra avbjóðing hjá KÍ. Valur vann fyrsta dystin ímóti finska FC Honka, eftir at finska liðið hevði verið á odda, inntil tað bara restaðu nakrir fáir minuttir. Valur verður mett at vera favorittur at vinna hetta undanumfarið.
KÍ kvinnurnar eru saman alla tíðina, nú tær eru í Europa Cup, sum tær avgjørt síggja sum ítróttarliga hæddarpunktið á árinum. Í gjár tóku tær sær av løttum, inntil tað seint seinnapartin av løtt venjing á skránni.