KÍ kvinnur skulu til Litava

KÍ kom í bólk saman við Zvezda-2005 úr Russlandi, 1. FC Femina Budapest úr Ungarn og Gintra Universitetas úr Litava, sum verða vertir fyri bólkaspælinum.

 

Kappingin hjá KÍ kvinnum verður í døgunum frá 4. til 9. september. Øll liðini spæla ímóti hvørjum øðrum, og liðið, sum vinnur bólkaspælið, fer víðari í kappingini.

 

Hetta er áttanda árið á rað, at KÍ kvinnur taka lut í UEFA Cup fyri kvinnur.