KÍ-kvinnur mistu fyrstu stigini

Sunnudagin varð fyrsta umfar í endaspælinum hjá kvinnum spælt, og fyri fyrstu ferð í ár vunnu meistararnir úr KÍ ikki sín dyst. AB vann við brotssparki í evstu løtu

Kvinnurnar eru nú farnar undir sítt endaspæl í fótbólti. Fýra tey bestu liðini í grundspælinum eru farin í ein meistarabólk, har tey skulu spæla tvær ferðir ímóti hvørjum øðrum. Liðini fáa helmingin av stigunum frá grundspælinum við sær til endaspælið, og tí eru kvinnurnar hjá KÍ langt fremst og liggja til at vinna FM.
Men sunnudagin kláraði KÍ fyri fyrstu ferð í ár ikki at vinna ein dyst. KÍ spældi í Gøtu, og tað var um reppið, at GÍ vann dystin. Stutt undan leikloki var støðan 2-1 til GÍ, men so javnaði Rannvá Andreasen fyri KÍ, og úrslitið gjørdist 2-2.
KÍ kom betur frá byrjan, og Kristina Eyðbjørsdóttir skoraði longu í 8. minutti. Hanna Isaksen javnaði eftir ein hálvan tíma, og nakað fyri hálvleikssteðgin legði hon GÍ fram um. Hendan støðan helt sær til tríggjar minuttir fyri leiklok.
Í hinum dystinum í FM-bólkinum spældu EB/Streymur og AB, og her eydnaðist tað AB at vinna dystin á Argjum.
Støðan var 0-0 í hálvleikinum, men í seinna hálvleiki vóru tað gestirnir, sum løgdu seg á odda. Maria í Brekkunum skoraði málið.
AB javnaði við málið hjá Elin Katrinu Haraldsen, og stutt fyri leiklok fekk AB brotsspark, sum málmaðurin Simona Heinesen setti í málið til 2-1 til AB.
Spælt verður aftur um vikuskiftið, og tá hevur KÍ enn ein truplan útidyst  hesaferð á Eiði. AB skal spæla á heimavølli ímóti GÍ.
Í b-bólkinum hjá kvinnum vann B36 5-0 á NSÍ, meðan dysturin millum HB og SÍ var av ongum.