Sigursvandu KÍ-kvinnurnar eru nú 90 minuttir frá at vinna enn eitt FM-heiti. Í kvøld kl. 18.30 spælir KÍ ímóti næstfremsta liðnumí FM-bólkinum hjá kvinnum, og um KÍ vinnur dystin ímóti GÍ, er avgerðin um gullið í landskappingini fallin, hóast tað mangla tvey umfør.
KÍ hevur aftur í ár verið nógv tað sterkasta liðið í kvinnudeildini. Í summar vann KÍ steypakappingina, og í landskappingini hevur liðið verið á odda allatíðina. Í grundspælinum var munurin millum KÍ og næstfremsta liðið sera stórur, men hesin munur minkaði niður í átta stig, tá ið stigini vórðu hálverað til endaspælið.
GÍ hevur fingið stig frá KÍ
Í fyrsta dystinum í endaspælinum, eydnaðist tað GÍ at fáa stig frá KÍ. Hetta vóru fyrstu og higartil einastu stigini, sum KÍ hevur mist í hesum kappingarárinum, og í kvøld fæst so at síggja, um liðið úr Gøtu kann gera nakað við meistaraliðið, tá ið tað spælir á heimavølli.
Í annaðkvøld spæla hini bæði liðini í FM-bólkinum dyst ímóti hvørjum øðrum. Dysturin millum EB/Streym og AB verður spældur á Eiði.
Kappingin hjá kvinnum endar leygardagin 23. september.