KÍ-kvinnur ikki raktar av kreppu

– Hóast kvinnuliðið hjá okkum ikki fær almennan stuðul til europeiskan fótbólt í ár, tí tað hevur løgtingið spart burtur, fer fíggjarstøðan ikki at ávirka heimligu kappingina hjá teimum, sigur KÍ-formaðurin, Tummas Lervig

Fótbóltur

Kvinnurnar hjá KÍ hava tey mongu seinnu árini verið í serflokki. Síðani 1997 hava tær vunnið 11 meistaraheiti, harav tey síðstu 10 á rað, og síðani 2000 hava tær sjey ferðir vunnið steypakappingina. Tá tað í sama tíðarskeiði hevur verið tilsvarandi lítið um besta mansliðið, er tað ikki so løgið, at kvinnurnar verða umrøddar sum flaggskipið hjá KÍ.
– Vit gleðast í øllum førum um, at kvinnurnar ganga undan í allar mátar í felagnum, tí tað er jú ikki bara í fótbólti, at tær gera um seg. Eisini kvinnurnar hjá Stjørnuni hava vunnið alt, sum vinnast kann, so tann parturin av okkara virksemi hevur riggað væl, ásannar formaðurin í KÍ, Tummas Lervig.
Nú felagið fekk ein frammaná í sambandi við Tony Paris-málið og mátti av við yvir hálva millión, er upplagt at spyrja, um sperda fíggjarstøðan eisini fer at ganga út yvir kvinnufótbóltin í Klaksvík, men formaðurin er ikki í løtuni førur fyri at siga, hvussu verður við tí.
– Tað einasta, vit vita í løtuni, er at játtanin á fíggjarlógini til fótbóltin er tikin burtur. So okkara kvinnur fáa ikki í ár tær 100.000 krónurnar, tær fingu í fjør til europeiskan fótbólt. Tað er sjálvandi eitt bakkast, men ávirkar ikki nakað í heimligu kappingini. Kvinnurnar í felagnum hava víst vegin fram, og tær koma framhaldandi at byggja á tað góða arbeiði, sum frammanundan er gjørt á teirra umráði, sigur hann.
– Eg vil siga tað soleiðis, at hóast vit repa seglini fíggjarliga, ætla vit ikki at gera tað ítróttarliga. Og fyri okkum í nevndini verður tað ein lætti, at vit ikki skulu hugsa so nógv í krónum og oyrum, sum vit hava verið noydd at gjørt tað áðrenn. Tað gevur meira pláss fyri at arbeiða við tí ítróttarliga, sum er tað, vit mest vilja sleppa at arbeiða við.