Steypavinnararnir úr Klaksvík vóru sunnudagin á vitjan á Svangaskarði, og hóast toftakvinnur bæði høvdu leikliga yvirvág og flestu málmøguleikarnar, so var tað kortini KÍ-kvinnur, sum fingu øll trý stigini. Dysturin endaði 2-1 til gestirnar úr Klaksvík, eftir at fyrri hálvleikur endaði málleysur.
B68 yvirvág
Nógvur vindur var á Svangaskarði sunnudagin, og hetta gjørdi sítt til, at dysturin aldrin gjørdist tað stóra fótbóltsupplivilsið. B68 hevði undanvind í fyrra hálvleiki, og var tað eisini heimaliðið sum hevði greiða leikliga yvirvág, meðan KÍ dúgaði einamest á mótálop.
Toftakvinnur høvdu eisini flestu málmøguleikarnar, men inn vildi bólturin ikki. Av Toftum verður sagt, at B68 rakti træverkið einar 2-3 ferðir í fyrra hálvleiki, so hepni var so ikki við toftakvinnum henda dagin.
Hvussu var og ikki, so endaði fyrri hálvleikur málleysur, hóast B68 hevði uppiborið okkurt málið.
Í seinna hálvleiki linkaði vindurin nakað, og fótbóltsspælið betraði munandi. Serliga hjá heimaliðnum lá væl fyri, og til tíðir sýndu tær gott fótbóltsspæl.
Tað var eisini heimaliðið, sum eftir góðan tíma, fekk fyrsta málið í dystinum. Eftir gott uppspæl, kom Mariann Isaksen at standa væl fyri, og kundi ótarnað leggja toftakvinnur frammum 1-0. Av Toftum verður sagt, at eftir leikliga býtinum var leiðslan fult uppiborin.
KÍ svarar aftur
Tá bert tíggju minuttir írestaðu av dystinum, vaknaðu KÍ-kvinnurnar við. Við tveimum skjótum málum vóru tað brádliga tær sum høvdu leiðsluna. Fyrra málið kom eftir, at Vivian Bjartalíð breyt ígjøgnum í vinstru, og við skotið frá brotsteigarkantinum, javnaði hon fyri KÍ.
Fýra minuttir seinni vóru klaksvíkskvinnur aftur uppá spæl. Rannvá Andreasen fangar ein bólt, áðrenn hann fer av baklinjuni, og við skoti frá sjálvari baklinjuni, fekk hon bóltin framvið B68-málverjanum, og so stóð 2-1 til gestirnar. Málið hjá Rannvu var helst ætlað sum innlegg, men nógvi vindurin fekk bóltin at broyta kós, og bólturin endaði í málinum.
Fyri toftakvinnur mátti sigurin hjá KÍ kennast sera óuppiborin, men tað eru nú einaferð bert málini, sum telja í fótbólti, og tey ráðu hagtølini vístu, at annað liðið hevði skotið fleiri mál hitt.
B68 steðga upp
B68-kvinnurnar hava nú tapt tveir dystir upp í slag, og tað tykist sum um, at toftakvinnur er uppsteðgaðar. Liðið stóð seg væl í grundspælinum, og vann á øllum oddaliðunum á Svangaskarði. Komandi vikuskiftið skulu B68-kvinnurnar í Gundadal at leika ímóti B36, og skulu toftakvinnur vera við í kappingini um heiðursmerkir, so mugu tær hava onkra úrtøku úr dystinum ímóti B36
Úr Klaksvík ásanna tær, at hepni var á teirra síðu í dystinum á Svangaskarði, men fegnast tó um, at hóast avrikið ikki var nakað serligt, so vunnu tær kortini, og tað er júst tað, ið vanliga verður sagt um meistaralið. KÍ-kvinnur er framvegis fýra stig frammfyri argastu kappingarneytarnar úr B36, og nú endaspælið er um at vera hálvrunnið, hava klaksvíkskvinnur enn ikki sett stig til.
Dysturin í tølum:
B68-KÍ 1-2 (0-0)
1-0 Mariann Isakse
1-1 Vivian Bjartalíð
1-2 Rannvá Andreasen