Køkurin brann


 

Fríggjamorgunin um 10-tíðina var sløkkiliðið í Havn boðsent til eini sethús við Velbastaðvegin í Havn.

Eldur var komin í eina grýtu, og hóast konan, sum var inni, royndi at sløkkja eldin, eydnaðist tað ikki heilt.

Eldurin breiddi seg í køkinum og millum skins og holds, og køkurin fekk stóran skaða.

Sløkkiliðsmenninir brutu plátur frá í køkinum fyri at tryggja sær at eldurin millum skins og holds varð sløktur.