- Tað er ikki nógv rokk?n?roll við smákøkum, segði ein við meg, meðan við stóðu har við okkara kaffikoppum og smákøkum og lurtaðu eftir tunga málminum hjá Sic.
Bólkurin hevði í kvøld boðið til útgávuveitslu í REX, men tá eg kom á dyrnar á REX var stongt og myrkt. Hóast einki stóð nakrastaðni um, at tiltakið var flutt, so skilti eg á mongdini av ungum svartklæddum fólki við make-up, ið vóru á veg inn í Eclipse, at tiltakið var flutt í diskotekið hjá byin.fo.
Inni í Eclipse var heilt nógv fólk, hesi fingu Sic lagkaku, Sic smákøkur, kaffi og djús. Harumframt var møguligt at keypa Sic øl. Hetta vaks eitt sindur um rokk´n´roll trúvirðið. Men kundi ikki fora kvøldinum í at gerast sera hugnaligt.
Vit sluppu at hoyra bólkin spæla nøkur løg av fløguni, fløgan varð spæld í annlegginum og okkurt smávegis varð víst á stórskíggja. Nógv nýttu høvið at ogna sær fløgur, t-troyggir ella plakatir hjá Sic.