Í døgunum 8.-10. februar verður opið hús í ?Køkshúsinum? á Toftum, har áhugaði kunnu uppliva ein fløva av farnari tíð - ella av hondum sum sleptu Køkshúsini á Toftum standa mitt í gomlu bygdini, og tað er ikki á hvørjum degi, at tú hevur høvi at vitja innar í hesi gomlu og hugnaligu hús.
Nevndin fyri Bygdasavnið í Nes kommunu fer um dagarnar at skipa so fyri, at Køkshúsini verða opin fyri fólki, sum hava áhuga fyri at vitja innar á gólvið.
Nevndin fer soleiðis at hava opið hús í døgunum 8.-10. februar.
Fríggjadagin verður opið frá klokkan 19.30-22, leygardagin frá klokkan 14-20, og sunnudagin verður opið frá klokkan 14-17.
Meðan fólk vitja í Køkshúsinum, verður kaffimunnur at fáa.
- Myndir av fyrstu búfólkunum í ?Køkinum? og myndir av umhvørvinum í gomlu bygdini verða at síggja. Øll eru vælkomin inn á gólvið at kenna fløvan av farnari tíð, sigur nevndin fyri Bygdasavnið í Nes kommunu.









