KÍ kostaði Skarbalius starvið

FK Riteriai kallar tað eina “fiasko” at tapa samanlagt móti KÍ

FK Riteriai hevur í dag boðað frá, at Aurelijus "Auri" Skarbalius er koyrdur sum venjari í felagnum, tí liðið ikki kom víðari í Europa League móti KÍ.

Aurelijus "Auri" Skarbalius, sum bæði hevur verið spælari og venjari hjá Brøndby IF, hevur síðani 2018 verið venjari hjá FK Riteriai. Nú boðar felagið frá á Facebook, at venjarin er koyrdur.

- FK Riteriai boðar frá, at eftir vanlagnuna í Europa League, so er Aurelijus "Auri" Skarbalius loystur úr starvinum sum venjari, skrivar felagið á Facebook.

KÍ vann samanlagt á FK Riteriai, eftir at hava spælt javnleik 1-1 á útivølli, og málleysan javnleik á Toftum. KÍ skal nú møta FC Luzern úr Sveis.

##ms##