##med2##
KÍ vann ein sera týdningarmiklan 1-0 sigur á EB/Streymi í Hólmanum á Eiði seinnapartin. Sigurin kemur sera væl við aftaná 0-2 tapið móti B36 og 2-2 javnleikin móti Skála á heimavølli tvey tey undanfarnu umførini.
Um dystin skrivaði Jóannes Hansen á in.fo fyrr í dag: - Á Eiði eydnaðist tað KÍ at vinna 1-0. Málskjútti var Páll A. Klettskarð, sum skoraði fyrsta málið, síðani hann kom aftur úr italskum fótbólti og til KÍ. KÍ hevði leingi stóra yvirvág. Men fram ímóti dystarenda vórðu Hans Pauli Samuelsen og Arnbjørn Hansen skiftir inn á EB/Streyma liðið, og tá var onkra ferðina tætt við, at heimaliðið javnaði
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við liðskiparan hjá EB/Streymi, Rógva Egilstoft Nielsen. Rógvi heldur, at fyrri hálvleikur var ikki so góður hjá EB/Streymi. Hann heldur tó, at teir avrikaðu betur í seinna hálvleiki og vóru ikki so langt burtur frá at fáa stig í dag.
2) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen sum heldur tað verða framúr gott avrik at fara til Eiðis við sjey monnum á skaðalistanum og fáa KÍ á sigurskósina aftur. Mikkjal dylur ikki, at talan er um ein sera týdningarmiklan sigur fyri KÍ.