KÍ kom úr posanum

Tá bindast skuldi fyri, dugdi 07 Vestur ikki nóg væl, og tí fekk KÍ smoygt sær úr posanum og spilt sigurin hjá vágamonnum, sum vóru á odda 2-0. KÍ, sum hevði brent nógv áðrenn, fekk síðsta lítla korterið skotið tvey mál og tryggja sær javnleikin

– Tað er ein eitt sindur blandað kensla, vit sita við eftir dystin, tí vit skulu vera øgiliga glaðir fyri eitt stig, tá vit eru aftanfyri 2-0. Men eftir fyrra hálvleik kundu vit kanska havt verið á odda við einum tveimum málum. Eitt stig er kanska betur fyri okkum enn fyri 07 Vestur.
Soleiðis hugleiddi Hjalgrím Elttør í KÍ eftir dystin á Dunga­sandi í Sørvágí í gjár, har 07 Vestur var á odda 2-0 eitt korter fyri tíð, men KÍ so kom afturíaftur og fekk javnað og tikið eitt stig. Útjavnandi málið kom, eftir at Hjalgrím fekk fríspark og sjálvur sendi bóltin í málið.
– Vit fingu eina góða frí­sparks­støðu í vinstru síðu, og eg setti mær bara fyri, at eg skuldi raka innan fyri málrammuna. Tíbetur fór hann inn, segði málskjúttin, sum í gjár væl upplagdur og tí ikki so óvæntað gjørdist tann spælarin hjá KÍ, ið kom at gera munin í evsta enda, so eitt stig fekst burturúr.
Dysturin millum uppflytar­arnar, 07 Vestur og KÍ, flutti ikki tað heilt stóra, tí á stigatalvuni er KÍ nú á sætta plássi, seks stig betri enn ÍF, sum er undir strikuni, meðan 07 Vestur er nummar átta, men fýra stig framman fyri ÍF. Í mun til hini bæði liðini eiga fuglfirðingar ein dyst á.

Hini trý málini
Í fyrra hálvleiki hendi ikki so nógv, men KÍ hevði heilt greitt meira upp á hjarta og átti teir størstu kjansinar, sum vóru. Men ikki lá fyri at fáa bóltin í málið, og tí var framvegis 0-0 eftir fyrstu trý korterini.
07 Vestur fekk hinvegin hol á eitt korter inn í seinna hálvleik. Badara Diedhiou sendi úr vinstru síðu innfyri til Clayton Soares, sum eitt sindur trýstur fekk so mikið av skoti á, at Gunnar á Steig í KÍ-málinum bara fekk fylgt bóltinum inn.
Stutt eftir hetta málið hevði KÍ skot á yvirliggjaran hjá 07 Vestur, men so var aftur mál í hinum endanum. Badara fekk bóltin á brotsteigarmarkinum, vendi sær og plasera bóltin í hand­ara málkrók – og so var 2-0 til heimaliðið.
Tá so eitt korter var eftir, fekk KÍ svarað aftur fyrru ferðina, tá 07 Vestur-málverjin feldi Álv F. Christiansen. Høgni Madsen varð settur at skjóta, og hann smekkaði bóltin mitt í málið til 2-1, so KÍ nú fekk eina lívlínu at krøkja seg í.
Klaksvíkingar satsaðu og royndu at leypa á, og tað gav so úrslit fimm minuttir fyri tíð, tá Hjalgrím Elttør við áður umrødda frísparkið fekk javnað til 2-2.

Ov langt aftur
– Tá vit vóru komnir upp á 2-0, hildu vit okkum hava vunnið dystin og duttu ov langt aftur á vøllin. Serliga keðiligt var tað, at KÍ skuldi koma afturíaftur, eftir at vit høvdu verið á odda 2-0, segði Dánjal Rói Olsen í 07 Vestur.
– KÍ var við yvirlutan í fyrra hálvleiki, men fekk einki burtur­úr, men eftir steðgin var tað javnari. Har komu vit eisini til okkara kjansir og skoraðu tvey mál, sum tað eru mest vit, ið mugu iðra okkum um, at vit ikki klár­aðu at halda fast við tað, vit høvdu.
Mikukvøldið verður 21. um­far, og tá skal KÍ á heimavølli spæla ímóti oddaliðnum, B36, og 07 Vestur skal á útivølli spæla ímóti NSÍ, sum í hesum kapp­ingarárinum hevur verið størsta marran hjá vágamonnum, tí NSÍ í hinar báðar ferðirnar í landskappingini hevur skorað heilar 15 ferðir ímóti 07 Vestur.