KÍ kneykaði trý stig í Runavík

Tað var akkurát fyri og ikki nógv meiri enn tað, tá ið KÍ seinnapartin vitjaði við Løkin í Runavík.

KÍ vann 2-0, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 1-0. Miðverjin Sørmund Kallsø stútaði eftir hornaspark fyrra málið í 1. hálvleiki, og tá ið tað restaði ein lítil løta staðfesti álopsspælarin Bárður Heinesen sigurin við rimmar langskoti.

Í 2. hálvleiki hevði heimaliðið hug at leggja trýst á. Teir gulu høvdu fleiri hornaspørk, uttan at tað stóðust rættuliga vandamiklar støður burturúr.

Rættiuligt kortrok var í góðveðrinum við Løkin. Per Langgaard hjá heimaliðnum sá reytt í 88. minutti, eftir at hann innanfyri ein minutt tvær ferðir hevði sæð gula kortið.

Seks klaksvíkingar vórðu skrivaðir upp í bókina hjá dómaranum, og eisini Óli Hansen hjá NSÍ sá gult.