Nú er KÍ á odda 3-1 í dystinum ímóti Víkingi
Tað er Rodrigo, sum aftur nú hevur skorað og hevur økt um leiðsluna til 3-1, nú teir hava spælt smáar 10 minuttir av seinna hálvleiki.
Tað hendi eftir at KÍ fekk fríspark í vinstra borðið, Rogrigo vann sjálvur frísparkið, og hann var eisini hægstur í brotsteiginum, tá hetta varð sent innfri, soleiðis at hann kundi sneiða bóltin í síðunetið.