KÍ hevur í kvøld lagt meiri sjógv millum seg og avbjóðararnar til oddasessin. Fjarstøðan er nú fimm stig aftur til Víking, sum í morgin skal spæla á ovara vølli í Gundadali ímóti B36.
Skála átti heimavøll á Tórsvølli, har klaksvíkingar í dýrdarveðrinum løgdu sera ágangandi fyri. Skálamenn tóktust um ein háls ímóti teimum bláu, sum vóru í 3-5-2 uppstilling.
Tríggir minuttir vóru farnir, tá ið Albert Adu eftir horna úr vinstru stútaði KÍ framum, og fýra minuttir seinni var 2-0. Ísak Simonsen legði úr vinstru og fram ímóti handara stólpa. Bólturin sigldi í síðunetið. Tað tóktist sum um, at tað var Skála miðverjin Vallerian Iobashvili, sum kroystur av mótstøðumanni stýrdi bóltin í sítt egna mál.
So var lagt upp til skrædl, men soleiðis tørnaði tað ikki út. Tað vóru ikki farnir tjúgu minuttir, tá ið Skála minkaði um munin. Michal Przybylski heijlfluktaði úr fimtan metrum og í málið. Uppleggið var fríspark úr vinstru, sum KÍ verjan royndi at stúta burtur, men bara út til vandamikla Skála framherjan.
Tá ið ein tími var farin, slepti Skála alt meiri í verjupartinum. Tað bar spennandi støður við sær í báðum endum, men tað vórðu ikki skorað fleiri mál, og harvið endaði tað 2-1 til KÍ.
Skála er á áttanda plássi við níggju stigum. 07 Vestur, sum í morgin fær vitjan av HB, er á níggjunda plássi við átta stigum.
KÍ hevur framvegis ikki tapt. Úrtøkan úr ellivu dystum er sjey sigrar og fýra javnleikir. Seks ferðir á rað hevur KÍ vunnið fulla úrtøku, og fýra tær seinastu ferðirnar hevur tað verið við einum máli.
Her á in.fo varð fylgt við í dystargongdini
http://www.in.fo/matches/?tx_iklivescores_match
Skála-KÍ 1-2 (1-2)
0-1: Albert Adu 4.
0-2: sjálvmál 8.
1-2: Michal Przybylski 19.
Dómari: Alex Troleis
Skála: Andras Gango - Ari Olsen (Andras Frederiksberg, 79.), Jákup Jakobsen, Valerian Iboashvili, Jónhard Frederiksberg - Pætur Dam Jacobsen, Hákun Edmundsson - Mamuka Toronhadze (André Olsen, 79.), Edvin Jacobsen, Jákup Johansen - Michal Przybylski (Leivur Joensen, 72.)
Gult kort: Valerian Iboashvili
KÍ: Kristian Joensen - Jonas Flindt Rasmussen, Hørður H. Askham, Jákup B. Andreasen - Dion Splidt, Jóannes Bjartalíð (Hjalgrím Elttør, 89.), Semir Hadzibulic, Atli Danielsen, Ísak Simonsen (Ólavur Niclasen, 53.) - Albert Adu (Ahmed Mujdragic, 72.), Páll A. Klettskarð
Gult kort: eingin
Leygardagin
ÍF-TB/FCS/Royn
EB/Streymur-NSÍ
B36-Víkingur
07 Vestur-HB