Seinnapartin vann Skála 1. deildardystin ímóti KÍ. Hetta var óvæntað úrslit, tí KÍ var undan uppgerðini á Skála greitt oddalið í deildini, meðan Skála var dygst omanfyri niðurflytingarstrikuna.
Onkrar ábendingar hava tó verið um, at næstbesta Skála liðið hevur fótað sær, tí undan vitjanini úr Klaksvík hevði liðið ikki tapt í fimm dystum á rað og hevði vunnið á bæði B68 og NSÍ, sum eru tvey av fremru liðunum.
Eitt mál varð skorað á Skála ídag, og tað skoraði Karstin Justesen eftir ein góðan tíma. Bólturin varð spældur inn um KÍ-verjuna, og Karstin gjørdist leysur. Linjuverjin veitraði fyri rangstøðu, men dómarin læt ikki við seg koma, tí hann metti, at ein KÍ-fótur hevði verið seinast á bóltinum. Karstin setti bóltin í málið til 1-0.
Í fyrra hálvleiki gekk tað javnt á. Jónhard Frederiksberg hjá Skála, sum saman við Bárði Danielsen var sera stinnur í miðverjuni, hevði skot á tvørstongina, og Hjalgrím Elttør, sum var vandamikil í KÍ álopinum, hevði naska roynd á stongina.
Í seinna hálvleiki hevði KÍ meira spæl, meðan Skála royndi at fáa mótálop í lag. Fleiri spentar støður vóru, og Skálaverjan fekk fleiri ferðir vart fyri í evstu løtu, tá ið KÍ søkti at. Skála hevði umframt málið ein annan stóran málkjans, men KÍ-málverjin Fríði Sigurðsson bjargaði sera væl.
Endin var, at Skála reið stormin av og vann sær trý kærkomin stig. Skála hevur nú 21 stig fyri 19 dystir.