Fyri løtu síðani kom lepin hjá KÍ úr skálini Europa League lutakastinum, ið júst nú fer fram í Nyon.
KÍ hava longu eina risastóru uppgávu í komandi umfari, ímóti sveisiska Luzern.
Og megnar KÍ onkursvegna at koppað sveisiska felagnum, so gongur leiðin antin til Íslands ella til útijaðaran av Barcelona.
Vinnarin av dystinum ímillum KÍ og FC Luzern skal nevnliga spæla ímóti vinnaranum av dystinum ímillum stóra spanska felagið, Espanyol og íslendska felagið, Stjarnan.
KÍ spælir fyrsta dystin ímóti Luzern á útivølli hósdagin 25. juli.
Eina viku seinni - 1. august - hittast liðini í Føroyum.
Vinnur KÍ seg víðari, verða dystir ímóti Espanyol ella Stjarnuni 8. og 15. august