KÍ kann bjarga søguliga steypametinum hjá HB

Vinnur Víkingur finaluna um løgmanssteypið útjavna teir søguliga metið hjá HB at vinna steypakappingina fimm ár á rað

Í HB hava tey søguligar orsøkir til at heppa á KÍ í finaluni um løgmanssteypið á Tórsvølli, leygardagin klokkan 18 , tá KÍ skal dystast ímóti Víkingi.

 

Skal HB varðveita søguliga metið at verða einasta liðið, sum hevur vunnið føroysku steypakappingina fimm ár á rað, so er neyðugt at KÌ vinnur finaluna um løgmanssteypið á Tórsvølli leygarkvøldið.

 

 

HB vann kappingina um ísafjarðasúluna, sum steypakappingin æt á sinni fimm ár á rað seinast í 1970-unum, og fyrst í 1980-unum. Tey fimm árini HB vann steypakappingina á rað vóru í 1978, 1979, 1980, 1981, og í 1982. Víkingur hevur vunnið steypakappingina fýra tey seinastu árini, og kann útjavna gamla, søguliga metið hjá HB við at vinna kappingina um løgmanssteypið í ár.

 

Hjá Víkingi er tað ein eyka gularót at útjavna hetta søguliga metið. Hjá KÍ ræður tað ikki um nakað søguligt met hjá einum øðrum felagi, men tað ræður um at vinna fyrsta steypið í 17 ár, men lagnunnar speisemi kann verða, at teir bjarga søguliga steypametinum hjá javnaldranum í Havn, HB, sum eins og KÍ fyllir 112 ár í ár.

 

Á søguligu myndini sæst liðið hjá HB, sum vann finaluna um Ísafjarðasúluna í 1982, og harvið fimta árið á rað. Í finaluni 29. august í 1982 vann HB 2-1 á ÍF. Jóannes Jakobsen og Regin Nolsøe skoraðu málini hjá HB, Sveinbjørn Dánjalsson skoraði málið hjá ÍF. Øll málini komu í fyrra hálvleiki.