Kókaði á Ólavsøkukonsertini

3000 fólk vóru til stóru rockkonsertina hóskvøldið, sum veteranarnir í Frændum endaðu við einum ordans braki

Ólavsøkukonsertin gjørdist eitt veruligt brak av eini konsert. Trý túsund fólk vóru á konsertini, sum var í Kommunuskúlagarðinum hóskvøldið, og serliga móti endanum av konsertini var rættiligur futtur í.

Tað er FUT, sum stendur fyri Ólavsøkukonsertini, og í ár kundu teir millum annað lokka við eini forkunnugari framførslu hjá Frændum, sum man vera best umtókti føroyski tónleikabólkurin nakrantíð.

Og tað sást eisini aftur á konsertini.

Frændur endaði konsertina, og tað var sjón fyri søgn, at teir framvegis hava eitt serligt tak á áhoyrarunum. Teir spældu nakrar av teimum mongu kendu sangunum, sum teir hava gjørt, og konsertfólkið livdi rættiliga við hesi framførsluni.

? Frammanundan ivaðust vit í, um tey ungu kenna sangirnar hjá okkum, og tí vistu vit heldur ikki, hvørja móttøku vit skuldu vænta okkum. Men tað var ein fragd at síggja, at eisini tey yngstu sungu við, tá vit spældu sangir sum Føroyar og Lívsmynd, sigur Steintór Rasmussen, yrkjari og sangari í Frændum.


Langt ímillum snapsirnar

Tað er langt ímillum framførslurnar hjá Frændum, og nú teir aftur vóru á palli, kundu teir fegnast um, at teir vóru minst líka væl umtóktir, sum teir áður hava verið.

? Hóast vit hava spælt í nógv ár og ofta hava spælt fyri nógvum fólki, so hava vit ongantíð spælt fyri so stórar áhoyrarafjøld sum hesari, sigur Steintór Rasmussen.

Men hóast væleyndaðu framførsluna á Ólavsøku, so skal eingin vænta, at Frændur fer at verða ofta at hoyra í framtíðini.? Vit eru ongantíð rættiliga givnir at spæla, men vit hava allir annað at takast við enn júst Frændur. Tað er hugaligt at spæla, tá tað gongur so væl sum hesaferð, og vit fara ivaleyst á pallin aftur í framtíðini, men tað verður ikki ofta, sigur Steintór Rasmussen.


Pengar í kassan

Saman við Frændum lokkaðu bólkar sum All That Rain, Clickhaze, Tangz og I Am tey mongu fólkini á Ólavsøkukonsert.

So at siga alt gekk upp á stás undir konsertini, og bæði áhoyrarar og tónleikarar fegnaðust um, at konsertini var væl fyriskipað, og at tíðarætlanin helt rættiliga væl.

Sølan av teimum umleið 3000 atgongumerkjunum hevði við sær eina inntøku upp á knapt 400.000 krónur, og hóast tónleikabólkarnir fingu ein part av køkuni, so rullaðu nógvar krónur niður í kassan hjá FUT.

FUT hevur ikki verið serliga virkið seinastu árini, men afturvendandi Ólavsøkukonsertini er vorðið eitt lítið gullnám hjá felagnum.