Fleiri tilburðir av livrabruna hava fingið donsku heilsumyndugleikarnar til at mæla fólki til at kóka fryst ber.
30 tilburðir hava verið í Danmark seinastu mánaðirnar, og illgruni er um, at ber kunnu vera orsøkin.
Mælt verður til at kóka berini í minst ein minutt, áðrenn tey verða brúkt í smoothies, at leggja oman á køkur ella í desertum.
Frukt og grønmeti eigur annars altíð at verða skolað væl.
Statens Serum Institut, DTU Fødevareinstituttet og Fødevarestyrelsen arbeiða tætt saman um at finna smittukelduna.
Tað er eitt trupult arbeiði, tí fólk kunnu vera smittað 50 dagar fyri, áðrenn tey gerast sjúk. Tí er tað ein avbjóing hjá fólkunum at minnast, hvat tey hava etið.
Sjúkraeyðkennini fyri livabruna eru millum annað fepur, kvalmi, ilt í búkinum og gulsótt. Landið verður myrkt og skarnið ljóst.
Fólk, sum hava illgruna um, at tey hava fingið livabruna, eiga at fara til lækna, siga donsku heilsumyndugleikarnir.
Sjálvt um berini eisini verða seld í Føroyum, er enn eingin ávaring komin frá Heilsufrøðiligu Starvsstovu.










