KÍ kærir til starvsnevndina

KÍ hevur als ikki áhuga í at sleppa málið um spæliloyvið hjá Christiani Restorff Mouritsen. Í gjár sendi felagið skriv til Starvsnevndina hjá FSF, har tey staðiliga heita á nevndina um at lata Aganevndina taka støðu til málið viðvíkjandi spæliloyvinum. Í skrivinum sigur KÍ, at talan er um sera prinsipielt mál, tá flytingin fyrst varð noktað og síðani gjøgnumførd, hóast løgfrøðiligur ráðgevi mælti frá hesum.