Køin til Fisk & Chips byrjaði uppi við tunnilin

Hópin av fólki hevur hugnað sær allan fyrraparin á Føroya Sjómannadegi. Skip og bátar løgdu at landi, sungin varð fyrsta ørindi av tjóðsanginum, boðið varð til morgunmatarborð – síðani beyð Jógvan Skorheim, borgarstjóri vælkomin og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal setti 12. Sjómannadagin.

 

Tó at Hanus Hansen hevði útvega sær munandi størri kóksbúnað, so útflíggjanin av Fisk & Chips skuldi ganga skjótari, sum tað eisini gjørdi, so var bara tað ”gleðiliga”, at køin til henda forkunnuga og vælsmakkandi bitan frá Gadus, var tvífalt so long sum í fjør.

 

Eg spurdi ein sandoying, um hann ikki fór uppí køina til Hanus? Nei, dekan fari: ”Køin til Fisk & Chips byrjaði uppi við tunnilin, so tað verður av ongum”, segði hann við einum smíli.

 

Veðrið er av tí allar besta og allar búðirnar á tremur við fólki, sum øll hugna sær og eru í góðum lag.