Køin niðan á Sund

Tey túsundtals fólkini, sum koyra eft­ir Hvíta­nes­veg­num í Havn, skuldu í morg­un merkja, at síðsti skúl­a­dag­ur var í Hoydølum.
Av onkrari løgn­ari or­søk halda studenta­skúla­næm­ing­ar tað vera í ordan at ó­rógva ferðsluna so nógv hend­an dag­in – í teirra ov­fara­­kæti – at køin í morg­un var heilt niðan á Sund.

Rektarin í Hoydølum hev­ur fyrr víst vøddar við at burt­ur­vísa næming, sum park­er­ar ó­lóg­liga, men ó­lát­aða at­burð­in hjá næm­ing­u­num síðsta skúladag á hvørj­­um ári fær hann held­ur ikki bilbukt við.
Eftir øllum at døma hevur løgreglan heldur ikki trupulleikar við slíkum atburði, tí bara tveir løg­reglu­menn vórðu sendir á staðið – men tað gjørdi hvørki til ella frá, og teir vóru meira til grin enn til nyttu.