- KÍ ikki vanir við topdyst

Tríggir skuffaðir vinmenn úr Klaksvík høvdu verið á vøllinum við Djúpumýru fyrr í dag, tá KÍ og EB/Streymur spældu topdyst.

 

- Hatta var øgiliga keðiligt, sigur Fróði Mørkøre um 3-1 tapið til nærmastu kappingarneytarnar hjá KÍ til oddasessin.

 

- Har var ikki nógv at fara eftir. EB/Streymur spældi betur og høvdu sigurin uppibornan, sigur Uni Gregersen.

 

Hóast skuffaðir so vóru teir enn í festivalhýri.

 

- Tað er altíð stuttligt at vera á Summarfestival og at fylgjast við vinum, sigur Mikkjal av Bergi.

 

Fyri Fróða er tað serliga ein konsert, sum hevur heilt serligan áhuga.

 

- Pápi mín spælir við í Dynamit, so tað gleði eg meg ordiliga nógv til at hoyra. Tíverri er hann til skips beint nú, men tað verður gott fyri tað, sigur Fróði.

 

- Vit gleða okkum eisini ordiliga nógv til Dynamit, tí teir eru so festligir, siga Mikkjal og Uni við ein munn.

 

Burtursæð frá Dynamit eru tað nøvn sum Frændur og Ronan Keating, sum hava dreingjanna stóra áhuga.