KÍ hugsar ikki um Europa Cup

Á Tvøroyri ásannar venjarin, at uppgávan í morgin verður torførari, enn um KÍ ikki hevði havt fingið fult ímóti HB

Tvey av elstu feløgunum hittast í morgin. TB og KÍ hava mangan tikist á Sevmýri, og hóast KÍ ofta hevur vunnið har suðuri tey seinastu fjøruti árini, so er tað framvegis soleiðis, at klaksvíkingar hava stóra virðing fyri dystunum á Tvøroyri. Tað man ikki minst koma av, at KÍ nógvu tey fyrstu árini í landskappingini hevði sera ilt við at fáa stig á Sevmýri.
Lynge Nielsen, venjarin hjá TB, heldur, at hansara lið stendur frammanfyri einari torførari uppgávu, enn teir høvdu havt gjørt, um KÍ ikki vann á HB:
? Gestirnir í morgin eru rættuliga komnir við aftur í kappingina um meistaraskapin, og tað ger, at teir verða meiri uppsettir, enn teir høvdu havt verið, um teir síðsta sunnudag høvdu mist møguleikan. Hjá okkum kom tað væl við at vinna eitt stig á Toftum, men tað er framvegis langur vegur, og hvør dystur verður framvegis eitt stríð fyri at varðveita sessin í bestu deildini. Vit eru í tíðarneyð at spæla liðið saman, og tí kemur tað væl við, at tað eftir dystin verða tvær vikur at venja í, áðrenn trettanda umfarið. Vit eru ikki nóg væl fyri konditionelt, og tað kunnu vit so venja í komandi viku, sigur Lynge Nielsen.
Hjá TB eru somu spælarar tøkir, sum hava spælt. Oliver Abrahamsen hevur verið burturstaddur, og Allan Michelsen varð vøddaskaddur undir venjing síðsta fríggjakvøld. Hvussu tað verður við honum í morgin var ikki greitt, tá vit fregnaðust á Tvøroyri.

Nógvir um boðið
Í Klaksvík er fótbóltslagið gott. Allar hugsanir eru vendar ímóti morgindegnum og dystinum á Sevmýri. Hann hevur boðað frá hampuligum veðri, so KÍ fer ikki suður fyrrenn fyrrapartin í morgin.
Í komandi viku skal KÍ spæla í Europa Cup, men teir hugsa ikki um dystin á Svangaskarði:
? Hann fara vit at fyrireika okkum til frá mánadegnum av. Vit kenna ikki ungverska mótstøðuliðið, og vit ætla at spæla okkara spæl. Tað verður einki við at skifta spælistíl og innrætta okkum ov nógv eftir mótstøðuliðnum, sigur Kurt Mørkøre. KÍ venjarin var á liðnum, tá ungverska Újepesti í 1997 spældi ímóti KÍ, og tað var hann, sum skoraði, tá KÍ legði seg framum 2?1. Úrslitið var 3?2 til ungverska liðið.
Kurt Mørkøre hevur nógv fólk at velja ímillum. Umframt teir ellivu, sum byrjaðu ímóti HB, vístu teir tríggir, sum vórðu skiftir inn, at tað var dugur í teimum. Umframt hesar fjúrtan var veteranurin Jan Andreasen á beinkinum, og so er Alexander Djordjevic tøkur hesa ferð. Síðst var hann akkurát komin aftur úr summarfrí í Jugoslavia.
? Vit eru allir greiðir yvir, at um vit skulu fáa nyttu burturúr sigrinum á HB, so skulu vit ikki kiksa ímóti TB. Hugburðurin er góður, og eg havi hundrað prosent álit á spælarunum, at teirra partur fer ikki at liggja eftir, sigur Kurt Mørkøre.