Átjanda umfar í kvinnukappingini í fótbólti var ídag.
Toppliðið EBS/Skála og KÍ, sum stríðast um meistaraheitið, vunnu, og harvið heldur tætta FM stríðið fram. Kortini kennist tað sum um, at úrslitini í dag bóru við sær, at KÍ styrkti eitt vet um sína støðu í toppinum.
EBS/Skála var á útivølli ímóti B68, sum er niðast. Tí var møguleiki fyri, at EBS/Skála kundi betra nógv um málmunin, sum ikki er eins góður og hjá KÍ, men tað eydnaðist ikki. EBS/Skála vann 2-0. Margunn Lindholm, sum er uppvaksin í B68, setti hol á í níggjunda minutti, og fjúrtan minuttir undan leikloki staðfesti Randi Fagradal sigurin.
Hetta var átjanda málið hjá Margunn Lindholm, sum nú er toppskjútti saman við Milju R. Simonsen í HB.
Milja var ikki millum málskjúttarnar, tá ið HB á heimavølli vann 3-2 ímóti ÍF/Víkingi. Eftir lítlan hálvan tíma umsetti Lív Arge brotsspark til mál og 1-0 HB leiðslu. Ein tími var farin, tá ið Jensa Tórolvsdóttir javnaði til 1-1, men tíggju minuttir seinni legði Heidi Sevdal HB framum 2-1. Hetta var fyrsta málið í ár hjá Heidi Sevdal, sum bara hevur spælt tríggjar landskappingardystir – allir í september.
Tíggju minuttir undan leikloki økti Ása á Reynatúgvu um HB leiðsluna til 3-1. Tveir minuttir undan leikloki kom spenningur í aftur, tá ið Durita Nielsen minkaði um munin til 3-2.
HB er á fjórða plássi við 22 stigum, og ÍF Víkingur er á fimta plássi við sekstan stigum.
Tíðliga seinnapartin vann KÍ 3-0 á heimavølli ímóti B36. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki gjørdi B36 sjálvmál. Eftir lítlari løtu miðskeiðis í seinna hálvleiki skoraði KÍ tvey mál. Í báðum førum var Hervør Olsen málskjútti. Hon hevur seinastu tíðina verið í fremsti spælarin í KÍ álopinum. Nú hevur hon skorað trettan mál, ið eru eins nógv og liðfelagin Maria K. Thomsen.
KÍ hevur 42 stig – trý færri enn EBS/Skála. Mikukvøldið verður annar av útsettu dystunum hjá KÍ. Tá verður tað á heimavølli ímóti ÍF/Víkingi.
Nítjanda umfar verður sunnudagin annan oktober. Tá er skráin henda: EBS/Skála-HB, ÍF/Víkingur-KÍ og B68-B36.









