Køhlert uttan felag

Fyrrverandi Liverpool og NSÍ spælarin er uttan sáttmála

Nicolaj Køhlert, sum í 2016 spældi við NSÍ, er aftur uttan sáttmála. 24 ára gamli danski miðvallarin, sum spældi á ungdómsliðnum hjá Liveprool, hevur seianstu tíðina spælt við Brabrand í Danmark.

 

Hann kom til NSÍ við einum flottum CV, men setti seg ongantíð ordiliga í gjøgnum. Hann spældi til tíðir væl, men megnaði ikki ordiliga at staðfesta sítt navn við Løkin. Hann fór eftirfylgjandi til Valur í Íslandi.

 

Nú er hann so aftur uttan sáttmála, men sigur við bold.dk, at hann nú leitar eftir nýggjum felagi og útilokar ikki, at tað kann verða uttanfyri Danmark. Einki bendir á, at nakað føroyskt felag er inni í myndini, hóast fleiri føroysk lið hava fingið tilgongd av útlendskum spælarum í seinastuni.