Brøndby tapti aftur í superliguni um vikuskiftið, og hesaferð noyddust teir gulu at lúta fyri arvafíggindunum í FCK, men hóast tapið, sá Brøndby-venjarin glottar fyri framman.
- Eg eri ikki nøgdur við at tapa, men eg síggi framgongd í okkara spæli. Vit klára okkum væl í hesum dystinum, men FCK klára at vinna 1-0, segði Tom Køhlert eftir tapið.
Brøndby hevur bert vunnið ein av 10 dystum í superliguni higartil, og liðið liggur í botninum í deildini.











